U21 landsdysturin avlýstur

Vánaligu floglíkindini hava nú havt við sær, at U-21 landsdysturin ímóti Aserbajan, sum skuldi havt verið spældur á Svangaskarði í løtuni, er avlýstur.

Turkisku dómararnir, sum vóru settir at døma á Tórsvølli seinnapartin, eru ikki komnir til Føroya enn. Teir eru veðurfastir við flogfari hjá Atlantsflog. Tí varð fyrrapartin gjørt av, at dómararnir úr San Marino, sum skuldu døma á Svangaskarði, í staðin skulu døma Føroyar-Frakland á Tórsvølli.

Umboðini fyri Aserbajan søgdu seg einki hava ímóti, at fjórði dómarin úr San Marino dømdi á Svangaskarði, og at tað vóru føroyskir hjálpardómarar.

Hetta vildi UEFA ikki góðtaka, og tí er U21 landsdysturin, har fyrsta bríkslið skuldi havt verið klokkan 11, avlýstur.