U21-landsdystir á Svangaskarði

Fótbóltssamband Føroya hevur nú avgjørt, at EM-undankappingardystirnir hjá føroyska U21-landsliðnum á heimavølli ímóti Rumenia og Írlandi skulu spælast á Svangaskarði.

 

Á sumri í fjør varð nýtt graslíki lagt á norðara vøllin á Svangaskarði, umstøðurnar kring vøllin vórðu nýtímans gjørdar, og um eina góða viku ella so, verða nýggju ljósmastrarnar væntandi tiknar í brúk, skrivar fsf.fo

 

EM-undankappingardysturin ímóti Rumenia verður spældur fríggjadagin 7. juni, kl. 17:45, meðan dysturin ímóti írum verður mikukvøldið 14. august, kl. 19:00.

 

Í alt skal føroyska U21-landsliðið skal spæla seks undankappingardystir í ár, tríggjar á heimavølli og tríggjar á útivølli, meðan tveir dystir eru á skránni í 2014.

 

Umframt dystirnar ímóti Rumenia og Írlandi, skal føroyska liðið møta Montenegro tann 12. juni, Týskland vitjar 6. september. 15. oktober skal føroyska U21-landsliðið møta Týsklandi í útivølli, og ein mánað seinni tekur Írlandi ímóti Føroyum, skrivar fsf.fo víðari.

 

Dystirnir í 2014 verða ímóti Rumenia og Montenegro. 5. mars komandi ár taka rumenar ímóti føroyska U21-landsliðnum, og 9. september vitjar Montenegro í Føroyum.

 

EM-endaspælið fyri U21-landslið verður í Kekkia í 2015.