Føroyska U21 landsliðið í kvøld 3-0 fyri Týsklandi, men hóast mótstøðan var møtumikil, so eru føroyingarnir ikki nøgdir við úrslitið.
Annar av U21 landsliðsvenjarunum, Bill M. Jacobsen, er vónbrotin av úrslitinum móti Týsklandi í kvøld. Hann helt fyri, at hóast munurin á liðnum var stórur, so var 3-0 ein og stórur sigur. Heltur kundi hann hugsa sær, at vit minkaðu um munin, tá støðan var 2-1.
Bill M. Jacobsen kundi ikki seta fingurin á avrikið hjá føroyska liðnum, sum stríddist allar 90 minuttirnar pluss tað leysa. Hann harmaðist bara um at tað stendur 3-0 á máltalvuni, tá vit høvdu møguleikar at minka um munin.
Eisini Gilli Sørensen, liðskipari á U21 landsliðnum, var vónbrotin um at tað skuldi gerast 3-0, men ásannaði at talan var um lið í heimsflokki, sum okkara spældu ímóti.
- Teir spæla skjótt, flyta sego g hava góðan bóltførleika, sigur Gilli Sørensen, sum metir, at liðavrikið var góðkent.
Teitur M. Gestsson, málverji hjá U21 landsliðnum, var heldur ikki nøgdur við úrslitið.
- Nei eg eri faktist ikki nøgdur. Avrikið er á góðari leið, men 3-0 er eitt mál for nógv, sigur Teitur M. Gestsson, sum hevði eina bjarging í heimsflokki í fyrra hálvleiki.









