Á øðrum sinni fer eitt føroyskt U21-manslandslið í hondbólti at kappast í einum HM-endaspæli.
Seinast var á sumri í 2017, tá tað eydnaðist Føroyum at vinna seg í áttandapartsfinalurnar.
Við 10. plássinum í U20 EM-endaspælinum í Portugal í fjør tryggjaðu Føroyar sær rætt til at kappast í U21 HM-endaspælinum í Grikkalandi og Týsklandi í summar. U21 HM-endaspælið verður avgreitt millum 20. juni og 2. juli.
Talan verður um fimm leikvøllir til HM-endaspælið. Korydallos og Sofia Befon í grikska høvuðsstaðnum, Athen. Max-Schmeling Arena í týska høvuðsstaðnum, Berlin. GETEC Arena í Magdeburg, og Swiss Life Hall í Hannover.
Givið er, at best hevði verið hjá Føroyum at enda í einum innleiðandi bólki, ið spælir í einum týskum vertsbýi. Tað er væl nærri Føroyum, og summarhitalagið í Athen kann vera møtimikið fyri føroyingar á hásumri.