U21 HM: Týskland vann HM-gull í stórum stíli

Týsku vertirnir vunnu sannførandi 30-23 á Ungarn í U21 HM-finaluni

Týsku vertirnir fór avstað við gullinum í U21 HM-endaspælinum. 

 

Í finaluni í Max Schmelling høllini í Berlin vann Týskland sannførandi 30-23 sigur á Ungarn, ið annars hevur staðið seg framúr væl í kappingini.

 

Týskland var á odda 14-11 í steðginum. 

 

Týskland skoraði upp á 62 prosent av sínum málmøguleikum, meðan Ungarn bert skoraði upp á 49 prosent av sínum málmøguleikum. 

 

Týsku miðlarnir vóru annars undan finaluni rættiliga óttafullir fyri teimum bjarnasterku hungararunum. 

 

Týskland – Ungarn 30-23 (14-11)

 

Týskland : Elias Scholtes 6, Justus Fischer 6, Renars Uscins 4, Tim Freihöfer 3, Matthes Langhoff 3, Nils Lichtlein 3, Florian Kranzmann 2, Mathis Häseler 2, Niclas Heitkamp 1.

 

Ungarn : Bence Imre 5, Péter Lukács 4, Erhard Sisa 4, Gergö Fazekas 3, Tamás Papp 3, Zsolt Krakovszki 2, Zoran Ilic 1, Miklós Karai 1, Péter Lukács 1.