Tað vera tvey krútsterk, ósigraði lið sum møtast í U21 HM-finaluni í Max Schmelling høllini sunnudagin klokkan 17.
Fyrr í dag vann Ungarn greiðan 37-30 (19-14) hálvfinalusigur á Íslandi, og fyri løtu síðani vann Týskland greiðan hálvfinalusigur á Serbia, ið vann 30-27 (15-10) á Føroyum í fjórðingsfinaluni.
Týskland vann 40-30. Í steðginum var Týskland á odda 17-15. Í seinna hálvleiki var greiður munur á liðunum.
Tað er fult uppiborið, at tvey tey sterkastu liðini í kappingini, Ungarn og Týskland møtast í finaluni.
Serbia skal spæla bronsudyst móti Íslandi í Max Schmelling hølluni klokkan 14.30 í morgin. Vónandi megna frændir okkara knógva bronsuna heim.
Klokkan 11.30 spæla Danmark og Portugal um fimta plássið, og longu klokkan níggju spæla Føroyar og Kroatia um sjeynda plássið.
Renars Uscins gjørdist toppskjútti hjá Týsklandi við níggju málum. Florian Kranzmann skoraði átta mál, og gjørdist næstbesti skjúttin hjá Týsklandi.
Miloš Kos gjørdist toppskjútti hjá Serbia við níggju málum. Boško Stanisavljević skoraði sjey mál, og gjørdist næstbesti skjúttin hjá Serbia.