U21 HM: Serbia og Danmark vunnu seg trygt í fjórðingsfinalurnar

Danmark gjørdist saman við Føroyum og Íslandi triðja norðurlendska liðið at vinna seg í HM-fjórðingsfinalurnar

Arnór Atlason er U21-landsliðsvenjari hjá Danmark

Føroyar fáa torføran dyst móti Serbia í HM-fjórðingsfinaluni í Max Schmelling høllini í Berlin komandi hósdag klokkan 12.15.

 

Serbia vann í millumbólki 4 greiðan 34-23 (15-12) sigur á griksku vertunum, ið endaðu aftast í millumbólki 4. Ísland vinnur bólkin við seks stigum og møtir Portugal í fjórðingsfinaluni. Serbia er nummar tvey við fýra stigum, og teir møta Føroyum í fjórðingsfinaluni. Egyptaland er nummar trý í bólkinum við tveimum stigum. 

 

Serbia – Grækenland 34-23 (15-12)

 

Serbia : Mateja Dodić 8, Miloš Kos 5, Boško Stanisavljević 5, Nikola Zečević 3, Simo Šijan 3, Dušan Šmigić 3, Luka Rogan 2, Vojin Čabrilo 1, Veljko Čabrilo 1, Branko Predović 1, Milija Papović 1, Aljoša Damjanović 1.

 

Grikkaland : Christos Papagiannis 4, Ioannis Vasileiou Tsafos 4, Armando Sina 3, Eleftherios Anastasiou 3, Achilleas Toskas 2, Eleftherios Pagiatis 2, Konstantinos Kotsionis 2, Alexandros Koukoulas 1, Nikolaos Tzortzinis 1, Dimitrios Panagiotou 1.

 

Danmark hevur vunnið seg víðari til U21 HM-fjórðingsfinalurnar úr millumbólki 3, og gerst harvið triðja norðurlandið í fjórðingsfinalunum. 

 

Danmark vann í dag greiðan 28-22 (16-7) sigur á Bahrain.

 

Svøríki endar við svartaperi. Svenskarar taptu í dag 26-29 fyri Ungarn. Í fyrra hálvleiki stóð serliga illa til. Ungarn var á odda 16-8 í steðginum.

 

Í fjórðingsfinaluni í Berlin, ið verður leikt hósdagin klokkan 17.30 møtir Danmark antin Týsklandi ella Kroatia. 

 

Danmark – Bahrain 28-22 (16-7)

 

Danmark : Marinus Grandahl Munk 4, Christian Termansen 4, Thomas Sommer Arnoldsen 3, Viktor Birch Nevers 3, Magnus Norlyk 3, Mads Svane Knudsen 2, Christoffer Sundsgaard Dreyer 2, Lucas Lenler Garsdal 2, Julius Morch-Rasmussen 1, Mathias Dorgelo 1, Patrick Boldsen 1, Hjalte Lykke 1, Victor Klove 1.

 

Bahrain : Mohamed Rabia 8, Abdulla Ali 6, Jasim Khamis 3, Ahmed Alzain 2, Husain Saleh 2, Komail Ali 1.

 

Ungarn – Svøríki 29-26 (8-16)

 

Ungarn : Bence Imre 11, Gergö Fazekas 5, Erhard Sisa 2, Marcell Csaba Ludmán 2, Tamás Papp 2, Andrej Pergel 2, Zoran Ilic 2, Máté Ónodi-Jánoskúti 1, Zsolt Krakovszki 1, Péter Lukács 1.

 

Svøríki : Kasper Palmar 8, Robin Sanderhem 4, Kelvin Roberts 3, Tobias Ljungmark 3, William Elovson 2, Marcus Lennernäs 2, Petter Donaldsson 2, Johan Ericsson 1, Felix Möller 1.

 

Arnór Atlason er U21-landsliðsvenjari hjá Danmark