- Vónirnar eru sjálvandi stórar. Vit gjørdu forarbeiðið síðsta summar, við at kvalifisera okkum til HM, sum eisini gav okkum eitt pláss í næstovasta styrkismetingarbólkinum. Spania er sjálvandi stórfavorittar, men vit hava lítla og onga vitan um Angola og Japan. Men eg vænti, at vit enda í topp 2 í okkara bólki.
Soleiðis sigur Hákun West av Teigum í stuttari viðmerking til in.fo.
Føroyska U21-landsliðið er í bólki D saman við evropameistarunum, Spania, asiatisku meistarunum, Japan og nummar fýra í Afrika, Angola.
HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi og í Grikkalandi millum 20. juni og 2. juli.