Tað verður eingin frændafundur í HM-fjórðingsfinaluni føroyska U21-manslandsliðið skal spæla í Max Schmelling Halle í Berlin, hósdagin klokkan 13.15. Tað verður sannlíkt Serbia, ið verður okkara mótstøðulið.
Ísland vann millumbólk 4. Íslendingar vunnu 29-28 á Egyptalandi í Athen. Íslendingar vóru á odda 19-13 í steðginum, og eitt skiftið vóru teir á odda 25-15. Men so steðgaði alt upp, og tað var líka við, at tað var ein galin endi hjá Íslandi. Men í teimum seinastu sekundunum fingu íslendingar eitt brotskast, ið tryggjaði teimum bólkasigurin, og harvið eina fjórðingsfinalu móti Portugal í Berlin, hósdagin klokkan 15.45.
Ein av íslendsku leikarunum var jarðlagdur í opnum spæli, og fer tað fram í tí seinasta minuttinum av dystinum gevur tað brotskast. Benedikt Gunnar Óskarsson var tryggur og setti brotskastið í netið til stóra íslendska frøði.
Vit kunnu bara ynska okkara frændum bestu eydnu móti Portugal. Morgunblaðið og handbolti.is eru einastu norðurlendsku miðlarnir, ið hava givið góðu føroysku HM-úrslitunum nakra umtalu. Svenski miðilin, Handbollskanalen hevur givið okkum onkrar hissini reglur, men í Danmark er tøgn um góða føroyska HM-avrikið.
Ísland hevur seks stig, Serbia hevur tvey stig, Egyptaland hevur tvey stig og Grikkaland hevur einki stig í millumbólki 4. Serbia vann 33-26 (18-12) á Egyptalandi, og er tí betur innanhýsis. Serbia spælir móti Grikkalandi 17.45. Teir eru greiðir favorittar til at vinna dystin, og kunnu harvið staðfesta annað plássið, ið gevur eina fjórðingsfinalu móti Føroyum.