Elias Ellefsen er ikki bara toppskjútti í U21 HM-endaspælinum í Týsklandi og Grikkalandi við 39 málum.
Hann hevur eisini flestar málgevandi sendingar, ella assists sum tað vanliga verður nevnt.
Elias sum var spardur til dystin í Portugal hevur 31 assists í fýra dystum. Elias eigur sostatt lut í 70 málum hjá føroyska U21-landsliðnum.
Næstfremstur á assist-listanum er norski, Aleksander Høiness við 25 assists, men hann hevur spælt fimm dystir.
Triðfremsti er eisini ein norðurlendingur. Andri Már Rúnarsson hevur 23 assists, eisini aftaná fimm dystir.










