Tað bleiv ikki gjørt so nógv frá føroyskari síðu fyrrapartin í dag í dystinum um sjeynda plássið móti Kroatia at fáa Elias at gerast einsamallur toppskjútti í U21 HM-endaspælinum í Týsklandi og Grikkalandi.
Tvær ferðir kom Elias inn at skjóta brotskast, og tey bæði málini hann skoraði vóru nóg mikið til, at Elias bleiv javnur við japanska, Naoki Fujisaka við 55 málum á toppskjúttalistanum.
Elias er tó greitt ovast á listanum við flest málgevandi sendingum - assists. Elias hevur í kappingini lagt upp til 48 mál. T.v.s. hann eigur lut í 103 málum. Næstur á listanum er Joao Gomes úr Portugal við 35 assists.
Í kvøld fekk Elias eisini tann stóra heiður at vera valdur á All Star liðið fyri kappingina.
All Star liðið sær soleiðis út:
Málverji: David Späth (Týskland)
Høgri vongur: Kristófer Máni Jónasson (Ísland)
Høgri bakkur: Zoran Ilic (Ungarn)
Spælskipari: Elias Ellefsen á Skipagotu (Føroyar)
Vinstri bakkur: Miloš Kos (Serbia)
Vinstri vongur: Pedro Oliveira (Portugal)
Strikleikari: Justus Fischer (Týskland)
MVP: Nils Lichtlein (Týskland)
Toppskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagotu (Føroyar / Naoki Fujisaka (Japan) – 55 mál.