Klokkan níggju fyrrapartin í morgin í Max Schmelling høllini í Berlin spæla Føroyar og Danmark niðaru hálvfinaluna um rættin at spæla um fimta plássið í HM-endaspælinum fyri U21-landslið.
Fyri einum ári síðani í U20 EM-endaspælinum í Portugal vunnu Føroyar 33-32 (15-15) á Danmark. Hetta var í innleiðandi bólkaspælinum.
Hóast Føroyar hava vunnið fimm av seks dystum í HM-endaspælinum higartil, og Danmark bert hevur vunnið fýra av seks dystum í HM-endaspælinum higartil (Danmark hevur tapt fyri Týsklandi og Ungarn), so er Danmark rættiliga greiður favorittur hjá 10 altjóða veddingarfyritøkum at vinna á Føroyum fyrrapartin í morgin.
Oddsini upp á ein danskan sigur liggja millum 1,44 og 1,57.
Oddsini upp á ein føroyskan sigur liggja millum 2,90 og 3,10, so talan er um eina greiða danska favorittstøðu.
Her eru oddsini:
##med2##