Tað er hálvleikur í niðaru hálvfinaluni millum Danmark og Føroyar í Max Schmelling høllini í Berlin um rættin at spæla um fimta plássið í HM-endaspælinum fyri U21-landslið.
Danmark hevur verið omaná og er á odda 13-10 í steðginum.
Okkara menn hava aftur í dag brent ov illa, og tað ger munin. Ísak Vedelsbøl hevur tó staðið seg væl, og hevur skorað upp á fýra av fimm málmøguleikum.
Pauli Jacobsen hevur staðið væl í føroyska málinum, og hann hevur eisini bjargað einum brotskasti. Pauli hevur bjargað níggju av 21 málroyndum.
Málskjúttar: Ísak Vedelsbøl 4/5, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2/7, Hákun West av Teigum 1/1, Janus Dam Djurhuus 1/2, Óli Mittún 1/5, Bjarni í Selvindi 1/2.