U21 HM: Brendu ov illa - taptu 23-26 fyri Danmark

Pauli Jacobsen stóð væl í málinum og verjuspælið var gott, men manglandi neyvleiki í álopsspælinum kostaði dýrt

Føroyar skulu sunnumorgun klokkan níggju spæla um sjeynda plássið í Max Schmelling høllini í Berlin í U21 HM-endaspælinum. Dysturin verður móti antin Kroatia ella Portugal. 

 

Føroyar taptu 23-26 fyri Danmark. Í steðginum var Danmark á odda 13-10. Tað eydnaðist at koma upp á javnt 13-13, men so fóru okkara menn aftur at brenna. Føroysku leikararnir skoraðu bara upp á 46 prosent av málmøguleikunum. 

 

Mathias René Rex Dorgelo í danska málinum bjargaði 47 prosent av málmøguleikunum, og gjørdist eisini uppiborið dagsins leikari. Tað er eitt vørumerkið hjá Danmark at hava framúrskarandi málverjar, og Mathias René Rex Dorgelo er enn eitt dømið um tað. 

 

Pauli Jacobsen vardi væl í føroyska málinum, og hann bjargaði 37 prosent av málmøguleikunum. Føroyar stóðu seg eisini væl í verjupartinum, men neyvleikin í álopsspælinum kostaði. Aftur í dag eydnaðist tað heldur ikki at fáa Hákun West av Teigum veruliga í spæl. Hákun megnaði kortini at skjóta fýra mál. 

 

Málskjúttar: Bjarni í Selvindi 5/8, Ísak Vedelsbøl 5/8, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5/13, Hákun West av Teigum 4/4, Óli Mittún 2/8, Janus Dam Djurhuus 1/2, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1/5