U21 HM: 13 altjóða veddingarfyritøkur hava Føroyar sum favoritt

Her eru oddsini hjá 13 altjóða veddingarfyritøkum upp á HM-fjórðingsfinaluna millum Føroyar og Serbia

Klokkan 12.15 í morgin spælir føroyska U21-landsliðið fjórðingsfinalu móti Serbia í Max Schmelling høllini í Berlin í HM-endaspælinum.

 

Serbia er eitt sterkt lið, og fyri einum ári síðani vunnu teir EM-bronsu.

 

13 altjóða veddingarfyritøkur hava Føroyar sum merkiliga stóran favoritt, tá ein hugsar um hvussu sterk mótstøðan er.

 

Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 1,30 og 1,43, ið sigast má at vera óvæntað lág odds.

 

Oddsini upp á sigur til Serbia liggja millum 3,60 og 4,60.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##