U21: Her er lutakastið

Føroyska U21-landsliðið í fótbólti skal skal eisini spæla móti Spania

Lutakast hevur verið til EM 2021 fyri U21-landslið í fótbólti. Føroyar eru aftur í bólki saman við Spania, eins og A-landsliðið. Hartil er Ísrael í bólkini úr 2, styrkisbólki, meðan hini trý liðini eru Kasakstan, Makedonia, Montenegro.

 

Í so máta er talan nokk um eitt misjavnt lutakast, tá hugsa verður um ferðing og fótbóltsvitan um mótstøðulondini. Tað er langt til Kasakstan, meðan vit helst hava ein ítróttarligan møguleikan móti Makedonia og Montenegro, men tað eru tvey lond, sum vit ikki kenna so nógv til.

 

Spania er óiva tað mest spennandi landsliðið í bólkinum, men her er talan eina risaavbjóðing ítróttarliga, tí Spania má vera eitt tað besta U21-landsliðið í Evropa. 

 

Bólkur 6: Føroyar, Kasakstan, Makedonia, Montenegro, Ísrael og Spania.