Dysturin millum U21-landsliðini hjá Lettlandi og Føroyum byrjaði á miðdegil, og nú er hálvleikssteðgur. Fyrstu 45 minuttirnar hava føroysku spælararnir verið væl við og havt onkrar kjansir ? millum annað tann størsta í dystinum.
Hesin kom í 38. minutti, tá ein av føroyingunum fyrst varð skumpaður um koll inni í brotsteinum, so fleiri hildu, at tað skuldi verið brotsspark til Føroyar, men bólturin endaði hjá Øssuri Dalbúð, ið høgdi til eftir jørð. Lettiski málmaðurin mátti út í fulla longd og bjargaði út til horna.
Øssur hevur eisini havt aðrar royndir á lettiska málið, og eisini hevur Rógvi Poulsen roynt seg, og hóast lettar hava roynt at søkt at, hevur ikki stórvegis vandi verið á ferð í hinum endanum.
Føroyska liðið: Jóan Pauli Dahl Jakobsen ? Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Dánjal Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen ? Jóan Símun Edmundsson, Róaldur Jakobsen, Kristoffur Jakobsen, Rógvi Poulsen ? Christian R. Mouritsen ? Øssur Dalbúð