- Spælararnir fara at gera alt tað teir megna fyri at fáa eitt gott úrslit ímóti Danmark. Orðini eigur U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze.
Føroyska U21-landsliðið spælir EM-undankappingardyst ímóti Danmark á Tórsvølli í morgin klokkan 16. Petur Asbjørn Lervig og André Olsen siga frá dystinum á Rás2.
Eli Hentze væntar, at danska liðið, sum hevur átta spælarar í hópinum, sum vóru við til U21 EM-endaspælið fyri stuttum kemur at hava bóltin meir enn tað føroyska liðið, sum skal finna javnvágina ímillum at leypa á, og ikki at dumma seg.
Eli Hentze er greiður yvir, at fyri fleiri er tað ein serligur dystur, tí talan er um Danmark. Týdningarmikið er fyri føroyska U21-landsliðið at fólk møta væl á Tórsvølli fyri at stuðla liðnum, tí tað hava føroysku U21-spælararnir veruliga brúk fyri.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina upptaktssamrøðu, sum in.fo/Rás2 hevur gjørt við Eli Hentze.