Føroyska U21 landsliðið í hondbólti leggur í løtuni hond á seinastu fyrireikingarnar undan HM endaspælinum, sum verður í Algeria. Í løtuni verður bara hugsað um fyrsta dystin.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Vit fyrireika okkum til Kili í løtuni. Vil vilja gjarna klára okkum væl í øllum dystunum, men fyribils hyggja vit bara upp á fyrsta dystin. Tað nyttar einki at hyggja upp á fleiri dystir í senn, sigur Sonni Larsen við Rás2.
Tað eru yvir 30 hitastig í Algeria og liðið skal hvørtfall til at drekka nokk av vatni, men meira hugsar venjarin ikki um hitan.
Les eisini: Hesir skulu til HM í Algeria
- Vit hava eisini tosað um hitan og fyrireika okkum upp á tað,men vit kunnu ikki gera nakað við hitan. Tí hava vit størri fokus á eitt nú uppdekking, sigur Sonni Larsen við einum brosi.
Tað er eitt satt bragd, at Føroyar hava vunnið seg víðari til eitt HM-endaspæl, men venjarin ynskir ikki, at spælararnir skulu lata fjáltur ráða á teimum, hóast umstøðurna eru søguliga stórar.
- Vit eru fegnir um at verða komnir víðari, men nú skulu arbeiðishandskarnir á aftur. Vit ynskja at vinna á Kili og tað fara vit eftir, sigur Sonni Larsen, venjari hjá U21 landsliðnum.
U21 landsliðið fer av landinum sunnumorgunin og skal spæla fyrsta dystin týsdagin. Rás2 sigur frá øllum dystunum í Algeria.