Enn eina ferð hevur føroyska U21-landsliðið framt eitt megnar bragd, nú tað í dag eydnaðist at vinna 1-0 á útivølli ímóti Lettlandi, sum í september vann 3-1 á Føroyum í Gundadali.
Sigursmálið skoraði Jóan Símun Edmundsson við høvdinum. Øssur Dalbúð vann bóltin frammi í høgra króki og legði hann aftur til Jóhan Troest Davidsen, sum gjørdi skjótt av og sendi innfyri, har Jóan Símun var hægstur og skallaði í mál.
Eftir hetta høvdu føroysku spælararnir eisini aðrar royndir á lettiska málið, men fleiri mál komu ikki. Stutt undan steðginum hevði Øssur Dalbúð størsta kjansin í fyrra hálvleiki, men í fullari longd bjargaði lettiski málverjin út til hornaspark.
Sum heild gekk spælið javnt á og bylgjaði aftur og fram, og føroysku spælararnir bæði stríddust og spældu væl ímóti lettunum, sum á pappírinum skuldu verið væl sterkari, men bara ikki fingu møguleikan at vísa tað ímóti einum jarnhørðum føroyskum innsatsi.
Leygardagin klokkan 13 spæla Føroyar aftur útidyst, tá mótstøðuliðið er Andorra, ið enn einki stig hevur fingið, meðan Føroyar nú hava sjey stig.
U21: Lettland-Føroyar 0-1 (0-0)
0-1: Jóan Símun Edmundsson, 55.
Føroyar: Jóan Pauli Dahl Jakobsen ? Jóhan Troest Davidsen, Dánjal Davidsen, Rógvi Holm, Pól Jóhannus Justinussen ? Jóan Símun Edmundsson, Róaldur Jacobsen (Hallur Hansson, 76.), Kristoffur Jakobsen, Rógvi Poulsen (Johan Ellingsgaard, 92.) ? Christian R. Mouritsen ? Øssur Dalbúð (Finnur Justinussen, 79.)
Gult kort: Jóan Símun Edmundsson, 74.