U21: Eli nøgdur við lutakastið

- Nú gleða vit okkum bara at koma í gongd, og ætla okkum stig í undankappingini

Lutakast um, hvussu spælast skal í næstu EM-undankapping fyri U21-landslið er nú avgreitt. Føroyar komu í bólk saman við Danmark, Póllandi, Finnlandi, Litava og Georgia. Fyrsti dystur verður í juni, á útivølli ímóti Litava

 

- Hetta var eitt spennandi lutakast fyri okkum, og dystarskráin sær eisini gott út. Givið er, at mótstøðuliðini eru góð, men skulu vit menna okkum, so skal sterk mótstøða til, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

 

Hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping fyri U21-landslið. Føroyar komu í bólk C saman við Danmark, Póllandi, Finnlandi, Georgia og Litava.

 

- Danmark og Pólland eru sterkastu londini í bólkinum, og harafturat kenna vit eisini eitt sindur til Finnland, sum vit høvdu stórar trupulleikar av í seinastu undankapping. Hinvegin kenna vit ikki so nógv til Georgia og Litava.

 

- Nú gleða vit okkum bara at koma í gongd, og ætla okkum stig í undankappingini, samstundis sum leikararnir menna seg enn meira ávegis A-landsliðsfótbólti, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Dystarskráin

2017

08.06.2017 Litava - Føroyar

01.09.2017 Føroyar - Danmark

05.09.2017 Finnland - Føroyar

10.10.2017 Føroyar - Georgia

10.11.2017 Føroyar - Pólland

 

2018

23.03.2018 Georgia - Føroyar

08.06.2018 Føroyar - Finnland

07.09.2018 Pólland - Føroyar

12.10.2018 Føroyar - Litava

16.10.2018 Danmark - Føroyar