Klokkan 15 í dag fer føroyska U21 landsliðið í fótbólti undir síðstu avbjóðingina í hesi EM undankappingini.
Talan er um dyst á útivølli ímóti Moldova.
Dysturin verður spældur á Zimbru 2 stadion í høvuðsstaðnum Chisinau.
Føroysku venjararnir, Heðin Askham og Bill Jacobsen, hava sett hetta liðið:
Jóan Pauli D. Jakobsen, B36 ? Høgni Eysturoy, B36, Rógvi Baldvinsson, Algård, Dánjal Davidsen, EB/Streymur, Viljormur Davidsen, OB - Finnur Justinussen, Víkingur, Hallur Hansson, Aberdeen FC, Kristoffur Jakobsen, EB/Streymur, Odmar Færø, B36, Rógvi Poulsen, HB - Páll Klettskarð, Víkingur.
Á beinkinum: Hans Jørgensen, 07 Vestur, Jens Joensen, NSÍ, Erling Jacobsen, Víkingur, Heri H. Nesá, Karl Løkin, ÍF, Dánjal á Lakjuni, ÍF og Øssur Dalbúð, ÍF.