U21 landsliðið var í gjár á ráðhúsinum á Vaglinum og vitjaði borgarstjóran, Anniku Olsen. Við í hópinum er Jákup Ludvig Thomsen, sum er útleigaður frá FC Midtjylland til Thisted FC í næstbestu deildini í Danmark.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Hann fór av landinum sum bara 15 ára gamal, fyri skjótt fimm árum síðani. Kommunustjóri í Tórshavnar Býráð er Bjørgfríð Ludvig – mamma Jákup. Hon hevði hug at arga sonin eitt sindur.
- Tá hann fór avstað til Danmarkar dugdi hann ikki at brúka vaskimaskinuna, sigur Bjørgfríð Ludvig og flennur.
Les eisini: (Rás2) Eli Hentze hevur orðið
Jákup L. Thomsen viðgongur, at tað gekk illa at byrja við, men hann ætlar sær víðari. Hann fortelur eisini frá dysti, har tað vóru tvey túsund áskoðarar, men alt hann hoyrdi var mammu sína rópa.
Dysturin byrjar klokkan 16.45. Bæði Rás2 og In.fo fylgja dystinum beinleiðis.