Kappingarleisturin fyri føroyskan ungdómsfótbólt er nú broyttur. Størsta broytingini er, at tað nú verður ein U21 deild hjá dreingjum í føroyskum fótbólti. Fyrr var sokallaða “unglingadeildin” fyri spælarar, sum komu frá U16 og so tríggjar árgangir fram. Síðani bleiv tað broytt til U18, har fleiri av smærru feløgunum fingu tað torført við at manna lið, tí talan nú var um tveir árgangir.
Les eisini: (Ljóðsamrøða) Pætur S. Clementsen um broytingarnar
Nú er leisturin so vendur á høvdið, tí talan verður nú um fýra árgangir í deildini, sum er ein U21 deild. Allar ungdómsdeildirnar broyta frá líkatølum til ólíkatøl. Bæði gentur og dreingir hava U7, U9, U11, U13, U15, dreingirnir hava síðani U17 og U21, meðan kvinnurnar hava U18 og so vaksnmannafótbólt.
-Arbeitt hevur verið við hesum í tvey ár. Vit hava sær nakrar avbjóðingar, og ein tann størsta er skiftið frá ungdómsspælara til vaksnmannaspælara. Hagtølini siga, at spælarar í 16-17 árs aldrinum gevast at spæla. Helst hevur tað nakað við at teir gevast í fólkaskúlanum tá. Síðani er talið javnt stórt fram til spælarar blíva 20-22 ára gamlir, tá fella aftur fleiri frá, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini og leggur afturat:
- Vit hava gjørt tekniskar kanningar og tosað við feløgini. Tað er ikki full semja, men á formansfundinum komu vit til eina rímiliga greiða semju, sigur Róin Schrøter.
Formansfundur var fríggjakvøldið, har stuðulsavtala eisini bleiv gjørt við Betri, sum verður høvðusstuðul hjá bestu deildunum hjá kvinnum og monnum, kvinnulandsliðnum.









