Hósdagin klokkan 14.30 spæla U21-landsliðini hjá Belarus og Føroyum EM-undankappingardyst í Jereven í Armenia.
Belarus hevur higartil leikt javnt í teimum fyrstu trimum EM-undankappingardystunum í undanbólki G: 1-1 og 0-0 móti Andorra, og 1-1 móti Grikkalandi.
Føroyar leiktu javnleik 2-2 móti Andorra við Djúpumýru í Klaksvík 16. juni. Báðir javnleikirnir hjá Andorra bera boð um, at andorranska liðið helst er frægasta árgangurin nakrantíð hjá Andorra í altjóða fótbólti.
Belarus er favorittur hjá 11 altjóða veddingarfyritøkum at vinna á Føroyum í Jereven hósdagin.
Oddsini upp á sigur til Belarus liggja millum 1,62 og 1,72.
Oddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt gott føroyskt úrslit liggja millum 3,60 og 3,85.
Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 4,40 og 5,00
HER eru oddsini:
##med2##











