U21: Í bólki við Danmark

U21 fótbóltslandsliðið er komið í bólk við Danmark

Lutakast hevur í dag verið EM 19 fyri U21 landslið. Føroyska landsliðið kom í bólk 3 saman við Litava, Georgia, Finnlandi, Póllandi og Danmark.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Føroyar eru í bólki saman við Danmark. Tað var í undankappingini til EM 2013. Tá taptu vit 4-0 í Aalborg, men spældi javnleik 1-1 á heimavølli. Róaldur Jakobsen skoraði málini. Vit eisini júst verið í bólki við Finnlandi og taptu báðar dystirnar greitt.

 

Eli Hentze er nýggjur høvðusvenjari. EM endaspælið verður í Italia og San Marino.

 

Bólkur 3:

Danmark

Pólland

Finnland

Georgia

Litava