U20: Spæla ímóti Sveis í dag

Føroyska U20-landsliðið spælir sín seinasta dyst í EM-undankappingini í dag klokkan 12 ímóti vertunum úr Sveis.

Eftir at Føroyar í gjár høvdu tapt 17-21 fyri Makedonia, eftir 8-8 í hálvleikinum, var dystur millum Sveis og Montenegro, og har vísti Sveis sína styrki og vann stórsigur, 30-19.

Sveis er mótstøðuliðið hjá Føroyum í dag, so tað er ikki hissini mótstøða, føroyska U20-landsliðið kann vænta sær, tí Sveis er minst ein klassa oman fyri hini liðini í okkara bólki, ið hava roynst rættiliga jøvn.

Í fyrsta dystinum vóru Føroyar á odda fyri tað mesta og kundu saktans havt vunnið, men fingu so javnleik 25-25 til síðst, og í gjár vóru tað fyrst ófatiligar avgerðir hjá partísku kosovoalbansku dómarunum, ið lívgaðu grannarnar úr Makedonia, áðrenn egnir brølarar í avgerandi løtum til síðst eisini kostaðu.

Staðið seg væl

Eftir stendur, at Føroyar hava higartil staðið seg væl og spælt fult upp við bæði Montenegro og Makedonia, og báðir viðmerkjararnir hjá Rás 2, Gunnar Djurhuus og Pole Hansen, eru samdir í, at Føroyar eins væl kundu havt vunnið báðar dystirnar, sum at tapt annan og spælt annan javnan.

Í dag klokkan 12 fara Føroyar so á vøllin ímóti Sveis, ið vælsaktans má sigast at vera størsti bitin at svølgja í hesum umfari. Men føroysku spælararnir hava víst góðan hugburð og høgan moral, so góðar vónir eru um, at Føroyar kunnu standa seg minst líka væl ímóti Sveis, sum hini bæði londini hava gjørt.

Undan tí dystinum, klokkan 9.30, spæla Makedonia og Montenegro, og tann dysturin sær út til at vera avgerandi fyri, hvør sleppur saman við Sveis við til EM-endaspælið í Kolding í Danmark í summar. Men skuldi tann dysturin endað við javnleiki og Føroyar høvdu gjørt tað ómøguliga og vunnið á Sveis, so eru hinvegin Føroyar við í endaspælinum…

  • Føroyar-Sveis verður spældur klokkan 12 og hoyrist beinleiðis á Rás 2.