U20 menninir taptu

U20 manslandsliðið tapti móti Norðurírlandi í dag

Føroyska u20 manslandsliðið tapti 3-1 móti Norðurírlandi í dag.

 

Fyrsta settið var sera javnt. Liðini fylgdust leingi, og móti dystarenda kom føroyska liðið upp á eina 21 - 19 leiðslu. Tað skrædnaði tó og fyrsta settið endaði við einum 25 - 23 sigri til norðurírar.

 

Í øðrum setti lógu norðurírar framman fyri alla tíðina og vunnu at enda 25 - 18.

 

Nú mátti røkka ella støkka hjá føroyska liðnum og teir løgdu bragdliga fyri. Føroyska liðið lá á odda 12 - 8, men norðurírar stríddu seg upp aftur á 18 - 18. Føroyingar vunnu tó triðja settið 25 - 22.

 

Í fjórða settinum var tó einki at gera hjá føroyingum og norðurírar vunnu 25 - 20.

 

Í kvøld skulu føroysku unglingarnir spæla móti Kypros, sum fyrr í dag vann 3-0 á Norðurírlandi.