U20-landsliðið spælir í Ísrael

U20-landsliðið í hondbólti er í løtuni í Tel Aviv í Ísrael, har tríggir EM-undandystir skulu spælast

U20-landsliðið hjá monnum er í løtuni í Tel Aviv í Ísrael, har tríggir EM-undandystir skulu spælast. Liðið er júst lent saman við ferðaliðinum. Hetta eru fyrstu undandystir, Føroyar spæla síðani januar 2010, tá A-landsliðið spældi HM-undandystir. Hetta er sostatt eitt stig á leiðini at endurreisa føroyska landliðshondbóltin, skrivar hsf.fo. 

 

Fyrsti dysturin verður spældur fríggjadagin 4.apríl móti Rumenia klokkan 14.45. Leygardagin 5.apríl skal Føroyar spæla móti Ísrael klokkan 12.20, og sunnudagin 6.apríl verður síðsti dystur spældur. Hann er móti Luksenburg klokkan 16.15. 

 

Ári Rouch, sum er ein partur av ferðaliðinum, hevur gjørt ein film, ið sýnir fram eitt yvirlit yvir leikararnar. Filmurin kann síggjast her:

animoto.com/play/7rQL1B5lQ9PvmgnRoF616w

 

U20-landsliðið hevur fyrireikað seg væl til dystirnar, og liðið tikist at vera væl fyri. Millum annað leikti liðið venjingardystir móti KÍF og VÍF um vikuskiftið. U20-landsliðið vann 28-26 móti KÍF og 28-26 móti VÍF, sum eru oddaliðini í Atlantic Airways-deildini.

 

Um áhugi er til tess, ber til at fylgja U20-landsliðinum á Facebook-síðuni hjá HSF. HSF fer at leggja myndir og frásagnir frá EM-undandystunum út á hesa síðuna: 

https://www.facebook.com/hondboltssambandid