U20-landsliðið er væl fyri

- Vit skulu kunnu hyggja hvørja aðra í eyguni aftaná dystirnar, sigur venjarin.

Føroyska U20-landsliðið spælir í annaðkvøld fyrsta dystin í HM-undankappingini, sum verður spæld í Hoyvíkshøllini um vikuskiftið. Hesin fyrsti dyturin er ímóti Slovenia, og hann byrjar kl.19.00.


Landsliðsvenjarin hjá føroyska U20-landsliðnum, Per Klarup, sigur við Sosialin, at liðið er væl fyri til kappingina.


- Vit fara at gera alt fyri at fáa so góð úrslit sum gjørligt, soleiðis at vit kunnu hyggja hvønn annan í eyguni aftaná og siga, at vit hava gjørt alt vit vóru ment, sigur Per, ið eisini hevur eini boð til føroyska fólkið.


- Vit vóna, at so nógvir og positivir áskoðarar sum gjørligt koma at stuðla okkum, sigur Per Klarup.


Lesið alla upptaktina í Vikuskiftissosialinum.


Skráin fyri HM-undankappingina fyri U20-landslið:


Fríggjadag 23. mars, kl. 19.00, Føroyar – Slovenia
Leygardag 24. mars, kl. 19.00, Slovenia – Turkaland
Sunnudag 25. mars, kl. 19.00, Turkaland – Føroyar


- allir dystirnir verða spældir í Hoyvíkshøllini