Klokkan 18 í kvøld spælir føroyska U20 manslandsliðið seinasta dystin í EM-endaspælinum í Slovenia.
Føroyar spæla móti Sveis, ið okkara menn eisini spældu ímóti innleiðandi bólkaspælinum.
Føroyar vunnu tá 30-29 (21-15) á Sveis. Í dag spæla Føroyar og Sveis um 17. plássið.
Føroyar og Sveis hava bæði vunnið fýra dystir í niðasta bólkinum.
Føroyar eru favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 1,36 og 1,45.
Oddsini upp á sigur til Sveis liggja millum 3,32 og 3,67.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,90 og 11,00.
HER eru oddsini:
##med2##












