U20: Berjast við verjuna

- Makedonia hevur eina góða verju, sum tað verður hart at skula inn at berjast við, sigur Helgi H. Hoydal um dystin hjá U20-monnunum seinnapartin

Eftir javnleik 25-25 í fyrsta dystinum í gjár ímóti Montenegro, skal føroyska U20-landsliðið hjá monnum klokkan fýra í dag á vøllin ímóti Makedonia, sum í gjár tapti 15-21 fyri Sveis.

Eins og allir hinir dystirnir í bólki 2 í EM-undankappingini, verður dysturin seinnapartin spældur í BBC Arena í Schaffhausen í Sveis, sum er ein høll við øllum hentleikum og møguleikum, ið hugsast kunnu. Føroyska liðið býr í sama bygningi, sum høllin er partur av.

Eftir at Føroyar í gjár høvdu spælt javnt ímóti Montenegro, spældu Sveis og Makedonia, og har vóru makedonar á odda 9-7 í hálvleikinum, men blivu fullkomuliga yvirspældir av sveisarunum í seinna hálvleiki, so Sveis vann dystin við seks málum.

- Tann dysturin var merktur av tveimum nokk so góðum verjum, so tað verður hart at skula fáa bank inni í verjuni hjá teimum, sigur Helgi H. Hoydal, ið væntar ein torføran dyst, tí talan er um eitt lið sum er bæði bólttryggari og kropsliga sterkari.

  • Dysturin klokkan 16 verður varpaður beinleiðis út á Rás 2!


Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við Helga H. Hoydal.