Heimskendi írski rockbólkurin U2 mátti í gjárkvøldið steðga einari konsert í Týsklandi eftir fáar sangir.
U2 spældi á Mercedes-Benz Arena í Berlin, og eftir fyrstu sangirnir setti sangarin Bono punktum fyri framførsluna, tí røddin hjá honum sveik.
– Vit mugu heldur gevast. Hetta er ikki í lagi, segði Bono sambært BBC.
Áhoyrararnir hildu, at U2 hevði brúk fyri einum lítlum steðgi, men teir komu ongantíð á pallin aftur. Konsertin varð avlýst.
– Vit eru keddir um at avlýsa konsertina. Bono er í góðum formi, og røddin var í lagi áðrenn konsertina, men eftir nakrar fáa sangir misti hann røddina. Vit mugu taka konsertina eitt annað kvøld, skrivaði U2 á heimasíðuni eftir avlýsingina.
U2 er á ferð í Europa, og næsta konsertin skal vera Køln týsdagin. Hendan konsertin stendur framvegis á skránni.