TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði fyrr í kvøld við Eyðun Klakstein, venjara hjá føroyska U19 fótbóltslandsliðnum, sum fyrr í dag tapti 0-2 ímóti vertslandinum Rumenia í U19 EM-undankappingini. Í hinum dystinum vann Sveis 1-0 á Andorra.
Eyðun heldur, at føroyska liðið hevði uppiborið betur enn eitt 0-2 tap, tí liðið hevði spæl og møguleikar til meira. Leikliga er hann tó nøgdur við avrikið hjá føroyska liðnum.
Hann heldur, at talan er um fýra jøvn lið, og dysturin ímóti Sveis leygardagin, og ímóti Andorra týsdagin kunnu koppa báðar vegir, tí dystirnir í dag boða frá einum ógvuliga jøvnum undanbólki.
(Mynd: football.fo)