U19: Triðja pláss í Baltic Cup

Ein sigur og tvey tap var úrtøkan hjá føroyska U19-landsliðnum við gentum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup í Estlandi

Føroyski U19-hópurin við gentum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup 2024 - Mynd: www.FSF.fo

Ein sigur og tvey tap var úrtøkan hjá føroyska U19-landsliðnum við gentum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup í Estlandi

 

– Fyri okkara viðkomandi var hetta ein góð kapping, har vit royndu at trýsta mótstøðuliðini langt frammi á vøllinum. At tað so kostar í verjustøðu, er prísurin, sum vit mugu gjalda.

 

– Og sjálvandi fara vit á vøllin fyri at vinna – tað gera vit altíð, líkamikið hvørjum vit møta – og tann hugburð skulu vit altíð hava. Men tá tað er sagt, so er tað ikki altíð tað viktigasta.

 

Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup í Estlandi.

 

Føroyska úrtøkan í kappingini var ein sigur og tvey tap. Føroyar vunnu 1-0 á Litava við máli sum Fríða Magnusardóttir Jakobsen skoraði. Síðani tapti føroyska liðið 5-0 fyri Estlandi og 1-0 fyri Lettlandi.

 

– Tapið fyri Estlandi var nógv merkt av møði. Fyri onkrar av gentunum var hetta triðji dysturin í fimm dagar, og tað sást aftur á vøllinum. Men avrikið og innsatsurin var góður, og sum heild eru vit nøgd við tað, sum vit sóu hesar dagarnar, sigur Sigtór Petersen.

 

Næst á skránni hjá U19 gentunum er EM-undankappingin, sum verður í Serbia frá 25. november til 4. desember. Føroyar eru í bólki 5 í deild A, saman við Serbia, Eysturríki og Kekkia.

 

Føroyski U19-hópurin við gentum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup 2024 - Mynd: www.FSF.fo