U19-landsliðið hjá monnum vann týsdagin ein tryggan 40-25 sigur á Bulgaria. Í gjár tók liðið sær av løttum, og í dag er dysturin um 1. og 2. plássið í bólkinum móti Kekkia.
Hondbóltssambandið skrivaði í gjár:
Føroysku U19-mennirnir hava havt dystarfrí í dag og hava nýtt dagin til lætta venjing, teambuilding og video- og taktikkfund. Liðið hevur longu tryggja sær hálvfinalupláss og verður dysturin í morgin avgerandi, um hvør verður nummar eitt og tvey í bólkinum. Dysturin byrjar kl. 17.00 og kann stroymast á ehftv.com.
Her eru nakrar myndir frá frídegnum í Bulgaria:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
















