U19 landsliðið hjá monnum í hondbólti mátti lúta fyri Sveis í næsta dysti um í European Open í Göteborg, har øll tey bestu liðini í Evropa taka lut.
Úrslitið gjørdist 24-17 til Sveis, sum førdi 13-5 í hálvleikinum. Sostatt vunnu Føroyar seinna hálvleik, eftir at hava havt stórar trupulleikar í byrjanini av teimum sera stóru og kropssterku Sveis-monnunum.
Føroyingar høvdu nógv betri tak í seinna hálvleiki, har teir millum annað høvdu dirvi til at gera ein sonevndan "flúgvara" inn í málteigin hjá Sveis, sum Allan Norðberg spældi til Eirik Simonsen. Tann manssterka føroyska áskoðarafjøldin reistist í stólunum og fagnaði hesum óføra væl.
Føroyar spæla í morgin móti Slovakia.









