U19 tapti ímóti Íslandi

Føroyska U19 landsliðið í fótbólti spældi mikudagin seinasta dystin í EM-undankappingini í Svøríki. Dysturin var ímóti Íslandi.
Ísland vann dystin 3-1, eftir at støðan hevði verið 0-0 í hálvleikinum. Beint eftir steðgin skoraði Skúli Jónasson til 1-0, og eftir ein tíma øki Arnor Smárason úr Heerenveen til 2-0. Tveir minuttir seinni skoraði Rurik Gislason úr Charlton til 3-0.
Føroyar minkaðu um munin 10 minuttir fyri tíð, og tað var Sam Jacobsen úr GÍ, sum skoraði málið.