Tað gekk einki serligt, tá ið føroyska U19 landsliðið í dag spældi fyrsta dystin í EM undankappingini, sum liðið næstu vikuna luttekur í. Kappingin er í Makedonia, og fyrsta mótstøðuliðið var Montenegro, sum verður roknað at vera tað næststinnata í bólkinum.
Síðstu átta minuttirnar undan steðginum skoraði Montenegro tvær ferðir, og tá ið ein tími var farin, var støðan 4-0.
Sunnudagin skulu Føroyar spæla ímóti Turkalandi, og mikudagin er Makedonia mótstøðuliðið.