Føroyska U19-landsliðið í manshondbólti, sum í hesum døgum luttekur í European Open spælir aftur dyst í dag. Mótstøðuliðið er Georgia.
Í gjár spældi U19-landsliðið tveir dystir ímóti ávíkavist Estlandi og Moldova. Fyrri dysturin varð taptur við seks málum, meðan dysturin ímóti Moldova gjørdist nógv meira spennandi. At enda dróg føroyska liðið tó styttra stráðið, tí at Moldova vann dystin 33-34.
Dagsins dystur ímóti Georgia byrjar klokkan 14.45 og er hetta seinasti dystur í seinna bólkaspælinum í kappingini, har føroyska liðið kappast um at enda nummar 9-16 í European Open-kappingini.










