U19 spælir tveir dystir í dag

European Open í Gøteborg koyrir víðari

Tapið hjá føroyska U19-landsliðnum í manshondbólti í gjár ímóti Hollandi hevði við sær, at Føroyar ikki eru ímillum átta tey sterkastu liðini í kappingini. European Open, ið telur 16 lið, er tó skipað soleiðis, at niðaru liðini skulu kappast um at enda nummar 9-16. 

 

Sostatt fara Føroyar í nýggjan bólk, har mótstøðuliðini eru Estland, Georgia og Moldova.

 

Júst sum mánadagin, so skal føroyska liðið leika tveir dystir í dag. Fyrri dysturin er ímóti Estlandi nú klokkan 09.45, meðan seinni dysturin verður leiktur klokkan 16.45 ímóti Moldova.