Eftir tap ímóti Danmark fyrr í dag bragdaði aftur hjá U19-landsliðinum. Teir vunnu 22-19 móti Finlandi, eftir at hava verið frammanfyri 12-9 í hálvleikinum. Teir hava sostatt tryggja sær pláss í intermediate round, har teir skulu kappast um 9-16 pláss.
Føroyar hava vunnið á Estlandi, Slovakia og Finlandi og hava tapt fyri Sveis og Danmark í U19 kappingini.
Málskjúttar vóru: Hanus Christophersen 5, Helgi Hoydal 4, Jónas G. Djurhuus 4, Julian Olsen 2, Pætur Thomsen 2, Kjartan Johannesen 2, Rói B. Hansen 2, Rasmus Gullfoss 1(tøl: HSF.fo)