Klokkan 13 byrjaði fyrsti dysturin hjá føroyska U19-landsliðnum í European Open-kappingini, sum verður leikt í Gøteborg. Mótstøðuliðið hjá Føroyum var Kekkia.
Og enn einaferð sigraði manshondbólturin hjá Føroyum. Dysturin endaði 22-26 til Føroyar aftaná hálvleiksstøðuna 9-14.
Men føroysku unglingarnir sleppa ikki at njóta sigurin alt ov leingi, tí at longu klokkan 18 er dystur aftur. Tá skulu Føroyar spæla ímóti Russlandi, ið altíð plagar at hava sera sterk hondbóltslandslið í ungdómshøpi. Russland hevur eisini spælt dyst fyrr í dag, har russarnir vunnu 27-26 ímóti Hollandi.