U19: Mistu alt á gólvið

Føroyska U19 landsiðið tapti eisini triðja og seinasta dystin í EM undankappingini í Estlandi. Føroyar vóru annars á odda 1-0, men endaðu við at tapa 2-1.

 

Sambært UEFA.com, so var tað Poul Ingason, sum legði okkara á odda tíggju minuttir inn í seinna hálvleik. Eitt korter seinni javnaði Tekko fyri Estland. Tað var sami Tekko, sum skoraði sigursmálið fyri estar tveir minuttir fyri tíð.

 

Sostatt hevur U19 landsliðið tapt allar tríggjar dystirnar móti Ukraina, Onglandi og nú Estlandi.