U19-menninir taptu tepurt

Føroyska U19-landsliðið hjá monnum tapti í dag 2-0 ímóti Turkalandi í EM-undankappingini, sum verður spæld í Makedonia.


Turkaland kom á odda tríggjar minuttir fyri steðgin við máli frá Egemen Zengin, og tríggjar minuttir eftir steðgin økti Muhammed Demirci til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.


Teir, sum mannaðu føroyska liðið í dag, vóru Elias Rasmussen, Poul Mikkelsen, Teitur Olsen, Hákun Edmundsson, Tórur Justesen, Benjamin Heinesen, Poul Ingason, Rasmus Dan Sørensen, Brandur H. Olsen, John Guðjónsson og Jóhannes Hansen. Haraldur Højgaard, Jógvan Jacobsen og Dánjal Godtfred vórðu innskiftir.


Føroyar taptu fyrsta dystin 5-0 ímóti Montenegro, og mangla teir nú bara at spæla ímóti Makedonia. Hesin dysturin verður spældur mikudagin.