U19-landsliðið við dreingjum úttikið

Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen hava úttikið føroyska U19-hópin til EM-undankappingina, sum í ár verður í Makedonia. Í døgunum 2. til 12. september skal føroyska U19-landsliðið við dreingjum luttaka í EM-undankapping í Makedonia.

 

Umframt vertstjóðini, skal føroyska liðið eisini royna seg ímóti Montenegro og Turkalandi. Fyrsti dystur verður ímóti Montenegro tann 6. september, tveir dagar seinni spælir føroyska liðið móti Turkalandi, og seinasti dystur verður 11. september, tá makedonar taka ímóti, skrivar fsf.fo.

 

Í hesum sambandi hava landsliðsvenjararnir, Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen úttikið hesar 18 leikararnar:

 

Rasmus Dan Sørensen, Benjamin Heinesen og Karl Martin Danielsen, B36.

Fríði Sigurðsson, John Daniel Gudjónsson og Tórur Justesen, KÍ.

Teitur J. Olsen og Poul Ingason, TB

Dánjal Godtfred og Jón Áki Jacobsen, FC Suðuroy

Haraldur Højgaard, NSÍ

Poul N. Mikkelsen, ÍF

Jóhannus Hansen, EB/Streymur

Elias Rasmussen, Víkingur

Hákun Edmundsson, B68

Brandur H. Olsen og Jógvan á Lað Jacobsen, FC København (DK)

Sølvi Egilsson, Silkeborg IF (DK)

 

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 2. september, og verður aftur hósdagin 12. september.