U19 manslandsliðið er í hesum døgum í Kosovo og tekur lut í EM-undankapping.
Mikudagin taptu Føroyar 0-3 (0-1) fyri Spania, og í dag gjørdist talan um eitt enn størri tap.
Føroyar taptu í dag 0-4 fyri Eysturríki, ið var á odda 1-0 í steðginum.
Samlaðu hagtølini fyri royndir á málið hjá mótstøðuliðnum - bæði innanfyri og uttanfyri málrammurnar - søgdu 20-3 til Eysturríki.
Kosovo vann heldur óvæntað 4-3 (3-2) á Spania. Tá 26 minuttir vóru leiktir var Spania á odda 2-0.
Aftaná tvey umfør hevur Eysturríki seks stig, Kosovo og Spania hava trý stig hvør, og Føroyar eru aftast við ongum stigi.
Týsdagin klokkan 11 spæla Føroyar móti Kosovo í triðja og seinasta dystinum.
Teir fyrstu 11 móti Eysturríki:
12. Rasmus Olsen (M)
2. Virgar Jónsson
3. Torkil Holm
4. Ingi Arngrímsson (L)
5. Jónas Prior
6. Árni Nóa Atlason
7. Aron Benjaminsen
8. Baldur Niclasen
9. Bartal Páll Klein
10. Mattias Johnnysson Hellisdal
11. Markus Isaksen
Bonkur:
1. Sámal á Steig (M)
13. Aron Arnoldsson
14. Sjúrður Henriksen
15. Arnór Brandsson
16. Djóni Samuelsen
17. Jósef Ólavsson
18. Bjørn Bjarkhamar
Venjari:
Øssur Hansen
Kelda: FSF