U19 landsliðið ger klárt til EM kapping

Talan er um fleiri spælarar, ið vit kenna aftur frá eitt nú Effo-deildini og U21 landsliðnum

Føroyska U19 landsliðið skal í vikuni til Rumenia at luttaka í EM undankapping. Føroyar eru í bólki saman við Rumenia, Sveis og Andorra.

 

Fleiri meta at hesin U19 árgangurin er millum teir sterku. Fleiri av nøvnunum ganga aftur á liðnum í Effo-deildini, meðan aðrir spæla uttanlands.

 

Spælarar sum Bartal Wardum(HB), Jákup B. Andreasen(KÍ), Peter Knudsen(NSÍ), Teit Jacobsen(HB) og Adrian Justinussen(HB) hava allir spælt í Effo-deildini í ár, meðan Betuel Hansen(Silkeborg), Janus S. Samuelsen (Brøndby), Jákup Thomsen,(FC Midtjylland) og Meinhard E. Olsen (Vendsyssel FF) allir spæla í Danmark.

 

Týsdagin gongur leiðin til Rumenia, har EM-undankapping verður á skránni frá 12. til 17. november.

 

Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen hava úttikið hesar til EM undankappingina:

Símun J. Wolles, EB/Streymur

Karstin Hansen, NSÍ

Bartal Wardum, HB

Hjalti Strømsten, Víkingur

Ari Olsen, Skála

Mikkjal á Bergi, KÍ

Bjarni Petersen, B36

Daniel Johansen, HB

Betuel Hansen, Silkeborg IF (DEN)

Janus S. Samuelsen, Brøndby IF (DEN)

Jákup B. Andreasen, KÍ

Petur Knudsen, NSÍ

Pætur J. Petersen, B36

Rói H. Olsen, EB/Streymur

Teit Jacobsen, HB

Jákup Thomsen, FC Midtjylland (DEN)

Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF (DEN)

Adrian Justinussen, HB

 

Skráin

12. november: Rumenia - Føroyar

14. november: Føroyar - Sveis

 

17. november: Andorra - Føroyar