U19 landsliðið ætlar sær stig

Annar av teimum føroysku U19 landsliðsvenjarunum, Eyðun Klakstein vónar, at tað føroyska U19 landsliðið kann yvirraska ímóti Makedonia, Montenegro og Turkalandi í EM-undankappingini fyri U19-landslið, dagarnar 2. til 12. september.

 

Eyðun Klakstein heldur, at talan er um ein spennandi føroyskan hóp við bæði spælarum, sum spæla og venja niðri, umframt spælarar, sum hava gjørt vart við seg í effodeildini heima í Føroyum.

 

Yvir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Eyðun Klakkstein.