U19-landsliðið við dreingjum úttikið

Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen hava úttikið hópin, sum um mánaðarskifti skal til EM-undankapping í Estlandi

U19-landsliðsvenjararnir, Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen hava úttikið føroyska hópin, sum í døg­unum 26. september til 1. oktober skal luttaka í EM-undankapping í Estlandi, skrivar fsf.fo.
Umfarmt vertstjóðin Estland, eru Ukreina og Onglandi eisini í bólki saman við Føroyum.
Fyrsti dysturin hjá føroyska U19-landsliðnum verður mikudagin 26. september, móti Ukreina. Fríggja­dagin 28. september skulu føroysku dreingirnir spæla móti Onglandi, og seinasti dysturin verður mánadagin 1. oktober, tá Estland tekur ímóti.
Allir dystirnir byrja klokkan 15:00, lokala tíð.

Teir 18 leikararnir, ið eru úttikinir, eru hesir:
Jákup Højgaard og Rasmus Dan Sørensen, B36
Poul N. Mikkelsen og Tórur Justesen, KÍ
Eli Nolsøe Leifsson og Rói av Fløtum, HB
Eirikkur Magnusarson, Teitur J. Olsen, Ragnar Tausen og Poul Ingason, TB
Allan J. Hansen, EB/Streymur
Hørður Askham, 07 Vestur
Jón Áki Jacobsen, FC Suðuroy
Haraldur R. Højgaard, B68
Ari Danielsen, Silkeborg IF (DK)
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Marcus Bruun Rasmussen, Suså IF (DK)
Brandur H. Olsen, FC København (DK)

Venjarar: Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen
Liðleiðari: Thom Jakobsen
Fysioterapeut: Kristian Poulsen